Tíðindi
MansfótbólturLagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul/Juul's Photo
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
NSÍ fær vitjan av HB við Løkin. HB spælir fyri at fáa síðsta Conference League plássið og kann nærum tryggja seg tað við javnleiki, tí málmunurin er so nógv betri enn hjá B36. Og javnleikur er eisini nokk hjá NSÍ. Hjá NSÍ kann enntá longu verða nóg mikið av stigum til at vinna FM í dag, tí fær KÍ ikki fulla úrtøku í Gundadali móti B36 uttan leikbannaða Árna Frederiksberg, so hevur NSÍ ikki brúk fyri fleiri stigum.
NSÍ bjóðar øllum í gulum ókeypis til dystin, sum kann staðfesta annað FM-heitið í søgu felagsins. Tað higartil einasta kom í 2007.
B68 skal møguliga standa heiðursrekkju (Guard of Honour)
Vinnur NSÍ FM í dag, so skulu grannarnir úr B68 møguliga standa heiðursrekkju undan síðsta dystinum á Svangaskarði, um teir velja tað. Tað er komið í føroyskan fótbólt síðstu árini, tó at tað ikki er nakað krav, og er upp til hvørt lið, um teir gera tað ella ikki. Tað eru deildar meiningar í føroyskum fótbólti, um hetta er góður stílur ella púra óneyðugt. Í fótbólti verður tað brúkt m.a. í Onglandi, tá eitt lið heiðrar eitt annað lið, sum hevur vunnið meistaraheitið. Leikararnir hjá mótstøðuliðnum standa í tveimum røðum og klappa, meðan meistararnir ganga inn á vøllin millum teirra. Hetta verður vanliga gjørt undan fyrsta dystinum, eftir at eitt lið hevur tryggjað sær meistaraheitið.
Allir dystirnir í dag byrja kl. 15.00.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.
Broytingar um flytingarvindeygað og eina hálvfinalu hevur ikki undirtøku
Eftir kvøldsins fund millum forfólk og FSF er meiriluti ikki fyri at gera broytingarnar, sum hava verið viðgjørdar síðstu vikurnar.