Tíðindi
UngdómsfótbólturStórt steypavikuskifti á skránni
Stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum er á skránni komandi vikuskifti. Fríggjadagin spæla U21, meðan finalurnar hjá U13, U15 og U17 við dreingjum, og U13 og U16 við gentum verða leygardagin.
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF
Stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum er á skránni komandi vikuskifti. Fríggjadagin spæla U21, meðan finalurnar hjá U13, U15 og U17 við dreingjum, og U13 og U16 við gentum verða leygardagin.
Komandi vikuskifti, fríggjadagin 12. og leygardagin 13. septembur verður nógvur steypafótbóltur at síggja á Tórsvølli. Hesar dagarnar er stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum á skránni.
B36 er best umboðað í ársins steypafinalunum hjá teimum yngru. Árstalsfelagið er umboðað í fimm av teimum í alt seks finalunum, sum skulu spælast. Víkingur er í trimum, meðan AB, FC Hoyvík, Skála og 07 Vestur eru í einari finalu.
Lagt verður fyri fríggjakvøldið klokkan 19:00, tá AB og B36 bresta saman í finaluni í steypakappingini hjá U21, og síðani verður hildið fram leygardagin, tá hinar fimm finalurnar eru á skránni.
Fríggjadagin 12. sept.
Kl. 19:00 AB – B36 (U21)
Leygardagin 13. sept.
Kl. 10:00 Víkingur – B36 (U13 dreingir)
Kl. 11:30 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
Kl. 13:00 Víkingur – B36 (U15 dreingir)
Kl. 16:00 FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
Kl. 19:00 B36 – Víkingur (U17 dreingir)
Atgongumerki til steypafinaluvikuskiftið, ið er galdandi báðar dagarnar, fáast til keyps við dyrnar (inngongd C á eystursíðuni). Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung (0-16 ár).
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.