X ads

Tíðindi

Mansfótbóltur

Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ

UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.

Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ

Mynd: FSF

UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið. Talan er um ein royndan dómara, sum eisini hevur dømt í Champions League.

38 ára gamli Allard Lindhout verður maðurin við floytuni, tá KÍ hóskvøldið skal royna at spæla seg í Conference League-deildina.

Fyrri dysturin í Klaksvík endaði 0-0, og tí verður alt avgjørt á Skonto Stadion í Riga.

Lindhout hevur drúgvar royndir úr bestu niðurlendsku deildini. Hann dømdi sín fyrsta dyst í Eredivisie í 2015 og hevur verið altjóða FIFA-dómari síðani 2020.

Hann hevur eisini dømt á hægsta evropeiska stigi. Í 2024 fekk Lindhout sín fyrsta dyst sum høvuðsdómari í Champions League-deildini, tá Monaco vann 2-1 á Barcelona. Áðrenn tað hevði hann millum annað dømt í Europa League og Champions League-undankappingini.

Dysturin í Riga byrjar hóskvøldið kl. 18.00.

 

 

Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við:

Klaksvíkar kommunu

Norðoya Litbúð

MP Teknik

JFK

Kanjon

Kjølbro heilsølu

Christian í Grótinum

KSS

Malltek

Afturat

Nýggjastu tíðindir