Tíðindi
LandsliðsfótbólturTakksom og errin
Tað ræður um at seta sær høg mál og at droyma stórt. FSF varpið hevur sett Heidi Sevdal stevnu, nú hon, sum fyrsti føroyingur, hevur spælt 100 A-landsdystir fyri Føroyar.
Mynd: fsf.fo
Tað ræður um at seta sær høg mál og at droyma stórt. FSF varpið hevur sett Heidi Sevdal stevnu, nú hon, sum fyrsti føroyingur, hevur spælt 100 A-landsdystir fyri Føroyar.
Fyri 37 ára gomlu Heidi Sevdal var 18. novembur í 2006 ein serligur dagur. Hendan dagin spældi tá 17 ára gamla runavíksgentan sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar.
Og nú vit skriva 2026, er Heidi Sevdal framvegis partur av landsliðnum, og samlaða talið av dystum er komið upp á 101.
FSF varpið hevur sett drúgva landsliðsspælaranum stevnu, har róð verður afturá tey 20 árini saman við landsliðnum. Heidi Sevdal fortelur millum annað um tvær serligar landsliðsblusur, har onnur er frá heimsins besta kvinnuliga fótbóltsspælara.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.
Alex Freyr Elísson er bakkurin við flest uppleggum í MeistaraDeildini
Íslendski bakkurin hjá NSÍ átti uppleggið til avgerandi málið hjá Daniel Obbekjær í toppdystinum í Klaksvík sunnudagin.