X ads

Tíðindi

Útlendskur fótbóltur

Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal byrjaðu inni í Allsvenskan

Fyri fyrstu ferð vóru Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal við frá byrjan í bestu svensku deildini.

Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal byrjaðu inni í Allsvenskan

Mynd: VSK Fotboll

Fyri fyrstu ferð vóru Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal við frá byrjan í bestu svensku deildini.

Áki Samuelsen spældi fyrra hálvleik, men bleiv útskiftur í hálvleikinum. Mjallby hevði stutt frammanundan fingið reytt kort og í seinna hálvleiki skoraði Hacken einasta málið í dystinum.

Mattias Hellisdal spældi 67 minuttir, tá Vasterås spældi 1-1 á heimavølli móti AIK.

Mjallby liggur á 6. plássi, meðan Vasterås liggur á 12. plássi, nú liðini hava leikt sjey-átta dystir.

Hósdagin verður A-landsliðið hjá monnum úttikið til Blatic Cup og nú U21-landsliðið ongan dyst hevur, so er møguleiki fyri, at annar ella báðir leikararnir úr Allsvenskan verða í hópinum.

Afturat

Nýggjastu tíðindir