Tíðindi
LandsliðsfótbólturLandsliðspakkin og nýggja troyggjan til sølu
Fríggjadagin 5. juni byrjar sølan av nýggju adidas landsliðstroyggjuni. Samstundis verður Landsliðspakkin 2026, ið gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá manslandsliðnum í heyst, eisini settur til sølu.
Mynd: FSF
Fríggjadagin 5. juni byrjar sølan av nýggju adidas landsliðstroyggjuni. Samstundis verður Landsliðspakkin 2026, ið gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá manslandsliðnum í heyst, eisini settur til sølu.
Eitt spennandi heyst stendur fyri framman, tá føroyska A-landsliðið við monnum fer undir UEFA Nations League kappingina. Føroyar eru í bólki C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.
Og komandi fríggjadag ber til at tryggja sær pláss til allar heimadystirnar hjá manslandsliðnum, sum verða á Tórsvølli í septembur, oktobur og novembur mánað.
Frá fríggjadegnum 5. juni verður Landsliðspakkin 2026 settur til sølu í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.
Kostnaður, vaksin
Flokkur 1: 600 kr. (bólkarnir 103-106)
Flokkur 2: 450 kr. (bólkarnir 102,107 og 108)
Flokkur 3: 300 kr. (bólkarnir 109, 110, 112 og 113)
Kostnaður, børn
Flokkur 1: 300 kr. (bólkarnir 103-106)
Flokkur 2: 225 kr. (bólkarnir 102,107 og 108)
Flokkur 3: 150 kr. (bólkarnir 109, 110, 112 og 113)
Fríggjadagin fer eisini at bera til at keypa nýggju landsliðstroyggjuna, og við keyp av nýggju troyggjuni fæst Landsliðspakkin 2026 fyri hálvan prís.
Hetta er ein góður møguleiki at tryggja sær fast pláss til allar heimadystirnar, samstundis sum ein tryggjar sær nýggju landsliðstroyggjuna, ið annars verður tikin í nýtstlu fríggjadagin klokkan 14:00, tá kvinnulandsliðið møtir Georgia á útivølli.
Soleiðis gert tú
1. Keyp nýggju adidas blusuna í nethandilinum
2. Tú fært eina avsláttarkotu
3. Brúka kotuna og keyp landsliðspakkan
Um ein ynskir sær nýggju landsliðstroyggjuna alt fyri eitt, kann hon keypast í nethandilinum og heintast á Tórsvølli í sambandi við mentanarnáttina. Opið verður við inngongd J fríggjadagin 5. juni millum klokkan 16:00 og 18:00.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.
Alex Freyr Elísson er bakkurin við flest uppleggum í MeistaraDeildini
Íslendski bakkurin hjá NSÍ átti uppleggið til avgerandi málið hjá Daniel Obbekjær í toppdystinum í Klaksvík sunnudagin.