Tíðindi
LandsliðsfótbólturFøroyar vendu 2-1 til 2-3 síðstu minuttirnar
Føroyar vóru aftanfyri 2-1, tá 87 minuttir vóru leiktir, men vunnu 3-2.
Mynd: KVF (skíggjamynd)
Føroyar vóru aftanfyri 2-1, tá 87 minuttir vóru leiktir, men vunnu 3-2.
Innskiftu leikararnir, har fleiri eisini komu við í hópin uppá avboð, spældu ein stóran leiklut, tá Føroyar vendu dystinum í Georgia. Dysturin byrjaði annars keðiliga, tí Georgia kom á odda uppá eitt brotsspark, sum var ógvuliga torført at fáa eyga á útfrá upptøkunum. Beint áðrenn hálvleik javnaði Brá Zakariasardóttir eftir mistak í verjuni. Georgia fekk aftur leiðsluna, tá bólturin ikki bleiv ruddaður burtur og 2-1 sá leingi út til at blíva úrslitið. Men so bleiv Birita Ryan feld í hornasparksstøðu og Tórunn H. Joensen skoraði uppá brotssparkið í 87. minutti. Og í 90. minutti avgjørdi innskifta Tóra Mohr eftir innlegg frá innskiftu Eydnu Dalheim.
3-2 til Føroyar gjørdust úrslitið og sostatt enda Føroyar nummar tvey við seks stigum í bólkinum. Tað kann í ástøðini geva røkkstøkkdystir, men tað verður ikki avgjørt fyrr enn fyrst í komandi viku.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.
Alex Freyr Elísson er bakkurin við flest uppleggum í MeistaraDeildini
Íslendski bakkurin hjá NSÍ átti uppleggið til avgerandi málið hjá Daniel Obbekjær í toppdystinum í Klaksvík sunnudagin.