Tíðindi
UngdómsfótbólturTurið takkar fyri seg
Í HB-húsinum verður ein broyting framyvir.
Mynd: hb.fo
Í HB-húsinum verður ein broyting framyvir.
HB skrivar:
Turið takkar fyri seg
Hevur tú verið í HB-húsinum, hevur tú uttan iva hitt Turið Láadal Sejersdóttir. Altíð fryntlig og fyrikomandi, altíð skjót við eini viðmerking til stór og smá. Seinastu 12 árini hevur hon røkt eina langa røð av uppgávum fyri HB.
Hon hevur verið á skrivstovuni, loyst praktiskar uppgávur, havt ársveitsluna um hendi, samskipað altjóða dystir og ordnað alt, sum har til hoyrir, umsitið leikaraloyvi, tikið hond í við reingerðini – bara fyri at nevna nakrar heilt fáar uppgávur úr rúgvuni.
Allarfyrsta uppgávan, sum Turið hevði fyri HB, var í sambandi við ein dyst ímóti Motherwell. Nú hevur hon boðað frá, at komandi heimadystur móti Motherwell eisini fer at verða seinasta uppgáva hennara í starvinum í HB.
Hóast vit skilja, at tað sjálvandi er natúrligt at ynskja eina starvsliga broyting eftir so mong ár í sama stað, harmast vit um at missa ein kapasitet, sum Turið. Hon hevur ongantíð verið bangin fyri at taka eitt tak fyri felagið.
Góða Turið – vit øll í Havnar Bóltfelagi takka tær hjartaliga fyri títt risastóra arbeiði, og vit ynskja tær alt gott frameftir.
Tíbetur vita vit, at tú kortini ikki fert at hvørva úr felagsskapinum. Vit fara heilt víst at síggjast í HB-húsinum, har tú nú kanst koma at njóta fótbólt og felagsskap – uttan at nøkur uppgáva fylgir við.
Tað unna vit tær væl
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.