Tíðindi
KvinnufótbólturKÍ spælir hálvfinalu móti bulgarsku meistarunum
KÍ-kvinnurnar spæla mikudagin avgerandi dyst UEFA Women's Champions League, tá tær møta bulgarska meistaraliðnum Ludogorets í hálvfinaluni í mini-kappingini, sum verður spæld í Kosovo.
Mynd: Kronberg Photography/ki.fo
KÍ-kvinnurnar spæla mikudagin avgerandi dyst UEFA Women's Champions League, tá tær møta bulgarska meistaraliðnum Ludogorets í hálvfinaluni í mini-kappingini, sum verður spæld í Kosovo.
Dysturin verður spældur á Zahir Pajaziti Stadium í Podujevë og byrjar klokkan 15.30 føroyska tíð. Vinnarin tryggjar sær pláss í finaluni í mini-kappingini leygardagin, meðan taparin skal spæla um triðja plássið. Bert vinnarin av mini-kappingini kemur víðari til næsta undanumfar í Champions League.
KÍ hevur nógv størri altjóða royndir enn flestu mótstøðuliðini í hesum undanumfarinum og fer eftir enn eini ferð at spæla seg víðari í evropeisku kappingini. Ludogorets hevur tó ment seg nógv seinastu árini og kemur til Kosovo sum bulgarskur meistari.
UEFA hevur eisini sett dómaratoymið til dystin. Høvuðsdómari verður Teresa Alice Pimenta Oliveira úr Portugal. Hjálpardómarar verða Lisandra Taisa Reginaldo Tavares úr Portugal og Iryna Holiiak úr Ukraina, meðan Liudmyla Telbukh úr Ukraina verður fjórði dómari.
Hin hálvfinalan í bólkinum verður spæld millum vertirnar Mitrovica úr Kosovo og Zimbru Chi?in?u úr Moldova. Vinnararnir hittast í finaluni leygardagin, har eitt pláss í næsta undanumfari stendur upp á spæl.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.