Tíðindi
Útlendskur fótbólturAltjóða uppgávur til Lassan og Virgar
Tveir føroyingar eru aftur í hesi vikuni sendir út av UEFA til altjóða uppgávur í sambandi við 2. undanumfar í Conference League.
Mynd: FSF
Tveir føroyingar eru aftur í hesi vikuni sendir út av UEFA til altjóða uppgávur í sambandi við 2. undanumfar í Conference League.
Lassin Isaksen er útnevndur til UEFA dómaraeygleiðari til dystin millum Shelbourne úr Írlandi og Nõmme Kalju úr Estlandi. Uppgávan hjá honum verður at eygleiða avrikið hjá dómaratoyminum og gera eina fakliga meting til UEFA. Dysturin verður spældur í Dublin hóskvøldið.
Samstundis hevur Virgar Hvidbro fingið uppgávu sum UEFA umboðsmaður til Conference League-dystin millum FC Santa Coloma úr Andorra og Rapid Wien úr Eysturríki.
Sum UEFA umboðsmaður hevur Virgar Hvidbro ábyrgd av, at dysturin verður skipaður sambært reglunum hjá UEFA. Tað fevnir millum annað um eftirlit við fyrireikingunum, samskifti við feløg, dómarar og lokalu fyriskipararnar, umframt at gera frágreiðing til UEFA eftir dystin.
Bæði Lassin Isaksen og Virgar Hvidbro hava í fleiri ár verið millum føroysku umboðini, sum regluliga fáa altjóða uppgávur frá UEFA.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.