Tíðindi
LandsliðsfótbólturAndré Olsen settur sum talentmennari hjá FSF
Fyrrverandi HB-venjarin hevur fingið nýtt starv.
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF
FSF skrivar:
Tann 1. september byrjar André Olsen í nýggjum starvi sum talentmennari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hann fær fakligu ábyrgdina av talentmenningini frá U13 til U17 og skal vera við til at tryggja ein greiðan reyðan tráð í menningini av bestu ungu spælarunum.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá André verður at samskipa talentmenninginia frá U13 til U17. Saman við venjaratoymunum kring úrvalsvenjingarnar og U-landsliðini skal hann tryggja samanhang og dygd í menningini hjá spælarunum.
Ein týðandi partur av arbeiðinum verður eisini at arbeiða við einstøkum menningarætlanum, soleiðis at framgongdin hjá einstaka spælaranum verður fylgd og stuðlað yvir tíð.
Nýggja starvið er ein liður í strategiini hjá FSF fyri árini 2026-2030. Málið er at menna eitt samanhangandi úrvalsumhvørvi frá U13 og allan vegin upp á A-landsliðið, við einum greiðum leikhátti, dygdargóðari úrvalsvenjing og tøttum samstarvi millum feløg og landslið.
-André verður ein týðningarmikil lyklapersónur í arbeiðinum at røkka okkara málum. Vit vilja skapa ein greiðan reyðan tráð í talentmenningini, so spælarar uppliva samanhang og dygd í menningini frá U13 og víðari í landliðsskipanini. André skal saman við dugnaligu venjaratoymunum kring úrvalsvenjingarnar og U-landsliðini, vera við til at tryggja hendan samanhangin og samstundis styrkja samstarvið kring einstaka spælaran, sigur Jonas Nielsen, tekniskur stjóri.
André Olsen gleðir seg til at fara undir nýggju uppgávuna og til samstarvið við venjarnar føroysku ungdómslandsliðini.
-Eg eri sera spentur at fara undir hesa uppgávu. FSF hevur nógvar dugnaligar venjarar U-landsliðini og úrvalsvenjingarnar, og eg gleði meg nógv til samstarvið við teir. Tað verður spennandi at arbeiða miðvíst við menningini hjá spælarunum og vera við til at skapa ein greiðan samanhang frá teimum yngru aldursbólkunum og víðari í landsliðsskipanini, sigur André Olsen. André tekur samstundis við sum venjari hjá U19-landsliðnum, tá Fróði Benjaminsen gevst í heyst.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.
Alex Freyr Elísson er bakkurin við flest uppleggum í MeistaraDeildini
Íslendski bakkurin hjá NSÍ átti uppleggið til avgerandi málið hjá Daniel Obbekjær í toppdystinum í Klaksvík sunnudagin.