X ads

Tíðindi

Mansfótbóltur

Javnleikur í Klaksvík

Bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar, men einki mál kom á Djúpumýru í kvøld.

Javnleikur í Klaksvík

Mynd: Kronberg Photography/ki.fo

Bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar, men einki mál kom á Djúpumýru í kvøld.

Riga FC hevði tveir stórar málmøguleikar, sum Mark F. Jensen tók sær av, men KÍ var eisini nær við, og Dávid Reynheim skallaði hornasparksinnlegg á stongina. KÍ hevði eisini aðrar støður og 10 hornaspørk, men tað manglaði tað síðsta ofta.

Munurin á liðunum var ikki so stórur, at KÍ ikki kann gera okkurt í Riga, um KÍ rakar dagin, hóast Riga FC nú má metast sum favorittur at fara víðari.

 

Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við:

Klaksvíkar kommunu

Norðoya Litbúð

MP Teknik

JFK

Kanjon

Kjølbro heilsølu

Christian í Grótinum

KSS

Malltek

Afturat

Nýggjastu tíðindir