Tíðindi
Útlendskur fótbólturKappast um undirskriftina hjá Géza Dávid Turi
Føroyski landsliðsleikarin í Grimsby sigst verða nógv eftirspurdur til framtíðina.
Mynd: Grimsby Town
Grimsby Town vil hava Géza Dávid Turi at leingja sáttmálan, og samráðingar eru nú í gongd. Umboðsmaðurin Jákup í Stórustovu er í Onglandi og samráðist við felagið, samstundis sum tað millum Grimsby-áskoðarar verður stúrt fyri, at góðu avrikini hjá føroyinginum kunnu vekja áhuga longri uppi í ensku deildarskipanini.
Géza Dávid Turi hevur ment seg til at blíva ein týðandi leikara í Grimsby enska felagið ætlar sær eftir øllum at døma ikki at bíða ov leingi við at royna at tryggja sær føroyska landsliðsmiðvallaran frameftir. Tað ljóðar, at feløg vísa føroyska landsliðsleikaranum áhuga.
Grimsby Norge skrivar, at umboðsmaðurin hjá Géza, Jákup í Stórustovu, er í Onglandi í løtuni og samráðist við Grimsby um ein nýggjan sáttmála. Verandi sáttmálin hjá 24 ára gamla føroyinginum gongur út næsta summar, og Grimsby skal vera sera áhugað í at leingja samstarvið.
Venjarin David Artell hevur eisini váttað fyri BBC, at umboðsmaðurin hjá Géza er komin til Onglands.
– Géza trívist í felagnum og sær sjálvur, at hann er vorðin ein betri leikari av at vera her, segði Artell sambært Grimsby Norge.
Áskoðarar stúra fyri áhuga longri uppi
Samráðingarnar koma í einari tíð, har Géza hevur styrkt munandi um sína støðu í Grimsby.
Og millum áskoðararnar hjá felagnum verður eisini stúrt fyri, at áhugi kann koma frá feløgum longri uppi í ensku deildarskipanini, um Géza heldur fram við góðu avrikunum.
Tí kann tað hava stóran týdning fyri Grimsby at fáa ein nýggjan sáttmála upp á pláss í góðari tíð.
Géza kom til Grimsby í januar 2025 eftir nøkur framúr ár við Víkingi. Áðrenn skiftið til Onglands var áhugi eisini úr øðrum londum. Grimsby Norge skrivaði tá, at feløg úr bestu norsku og donsku deildunum høvdu víst honum áhuga, og eisini varð eitt felag úr Niðurlondum nevnt.
Nú er støðan ein onnur. Géza hevur prógvað seg í enskum fótbólti, og Grimsby roynir at tryggja sær, at føroyski landsliðsleikarin eisini verður partur av ætlanunum hjá felagnum komandi árini.
Umboðsmaðurin er í øllum førum á staðnum, og samráðingarnar um framtíðina hjá Géza eru í gongd.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.