Tíðindi
KvinnufótbólturBlá og reyð-svørt finala
Við samlaðum 6-1 sigri á 07 Vestur og 7-1 sigri á Víkingi hava HB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum.
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF
FSF skrivar:
Við samlaðum 6-1 sigri á 07 Vestur og 7-1 sigri á Víkingi hava HB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum.
Søgan endurtekur seg í steypakappingini hjá kvinnum. Tí eins og í fjør, verða tað HB og KÍ, sum fara at stríðast um Løgmanssteypið, tá liðini hittast í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygardagin 19. septembur klokkan 18:30.
Týskvøldið var seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur á skránni. HB vann fyrru hálvfinaluna 3-0, og aftur týskvøldið vóru tær reyð-svørtu omaná. Úrslitið gjørdist 3-1 til HB, sum sostatt vann 6-1 samanlagt.
Í hinari hálvfinaluni møttust KÍ og Víkingur, og hóast tað eina løtu í seinnu hálvfinaluni – sum varð spæld mikukvøldið – var spenningur um samlaða úrslitið, so endaði tað kortini við stórsigri til KÍ.
Fyrra hálvfinalan endaði 1-0 til tær kongabláu, og mikukvøldið vann KÍ ein sannførandi 6-1 sigur í Sarpugerði í Norðragøtu.
Í minnu steypakappingini hjá kvinnum hava Skála og B36 spælt seg í finaluna. Skála vann samanlagt 8-1 á ÍF, meðan B36 vann samanlagt 9-3 á FC Suðuroy. Finalan verður á Tórsvølli mikukvøldið 16. septembur klokkan 19:00.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
NSÍ var nógv best móti botn 5 og á heimavølli
Vit hava hugt eftir, hvar tað var, at NSÍ vann FM 2026.
Petur Knudsen: Í ár funnu vit røttu samansetingina
(Video) Petur Knudsen var fegin eftir sítt fyrsta FM við besta liðnum hjá NSÍ.
Karstin Joensen: Eitt fantatiskt ár í Føroyum og Evropa
(Video) Vit hittu formannin hjá føroyameistarunum NSÍ, Karstin Joensen, eftir dystin.
NSÍ er føroyameistari 2026
NSÍ-toppskjúttin skoraði avgerandi útjavnandi málið í 84. minutti.
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.