X ads

Tíðindi

Ungdómsfótbóltur

Kappingin um steypini hevur verið hørð

Skála vann steypakappingina hjá U21, meðan HB vann steypakappingina hjá U13-gentum.

Kappingin um steypini hevur verið hørð

Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

FSF skrivar:

U21

Hóskvøldið var finalan hjá U21 ímillum Skála og AB á skránni. Argjamenn løgdu fyri sum eitt óløgi, og tá eitt stórt korter var spælt hevði Heðin Olsen lagt AB á odda bæði 1-0 og 2-0.

Men sum fráleið ressaðust skálamenn. Beint fyri steðgin minkaði Sebastian Larsen um munin, og í seinni hálvleiki syrgdi dagsins maður, Elias Justinus Begerau fyri, at Skála at enda vann 3-2.

 

U13-gentur

Seinasta ungdómsfinalan varð spæld tíðliga seinnapartin leygardagin, tá U13 genturnar hjá HB og KÍ fóru á vøllin.

Tað vóru bara spældir tríggir minuttir, tá Lea á Líknargøtu legði HB framum 1-0, og hetta skuldi eisini vísa seg at gerast einasta málið í dystinum.

Aftaná varð Vár Magnusardóttir Jakobsen hjá HB vald til dagsins spælara.

Afturat

Nýggjastu tíðindir

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.