Tíðindi
LandsliðsfótbólturVan ’t Schip: – Eitt stig úr Føroyum er ein góð byrjan
Nýggi landsliðsvenjarin hjá Kasakstan, John van ’t Schip, var rímiliga væl nøgdur við at fáa eitt stig við sær úr Føroyum eftir 1-1 javnleikin á Tórsvølli leygarkvøldið.
Mynd: KFF
Nýggi landsliðsvenjarin hjá Kasakstan, John van ’t Schip, var rímiliga væl nøgdur við at fáa eitt stig við sær úr Føroyum eftir 1-1 javnleikin á Tórsvølli leygarkvøldið.
Hetta var fyrsti dysturin hjá niðurlendska venjaranum sum landsliðsvenjari hjá Kasakstan. Føroyar komu á odda eftir 14 minuttir við máli frá Áka Samuelsen, men Temirlan Yerlanov javnaði 12 minuttir seinni eftir upplegg frá Bauyrzhan Islamkhan í hornasparksstøðu.
Eftir dystin segði van ’t Schip, at við gongdini í dystinum kundi Kasakstan liva við javnleikinum.
– Tá vit hugsa um, at vit komu afturum longu eftir 15 minuttir, haldi eg, at vit kunnu góðtaka úrslitið. Vit javnaðu og høvdu síðani meira bólt, meðan mótstøðuliðið var vandamikið í skjótum, beinleiðis álopum, segði van ’t Schip sambært KazFootball.
Kasakstan hevði eisini ein stóran møguleika at koma á odda, tá Yan Vorogovskiy rakti stongina. Hinvegin hevði føroyska liðið eisini møguleikar í seinna hálvleiki.
Van ’t Schip var serliga nøgdur við verjuspælið og helt, at Kasakstan megnaði at standa saman sum lið.
– Vit hildu konsentratiónina allan dystin og megnaðu at verja sum ein eind. At fáa eitt stig við sær hiðani er ein góð byrjan hjá okkum, segði hann.
Venjarin segði tó eisini, at offensivi parturin ikki riggaði nóg væl. Sambært Sports.kz helt hann, at Kasakstan eftir útjavnandi málið hevði meira tamarhald á dystinum, men at álopsspælararnir ikki fingu víst tað spælið, sum teir eru førir fyri.
Fyri Kasakstan var dysturin samstundis merktur av, at fleiri týðandi offensivir spælarar manglaðu. Van ’t Schip hevði longu undan dystinum víst á fráverurnar hjá millum øðrum Dastan Satpayev, Maksim Samorodov og Islam Chesnokov.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.