Tíðindi
LandsliðsfótbólturStóra gjøgnumbrotið hjá nýggju samansetingini
Útskiftingin frá Kekkia-sigrinum fyri einum ári síðani hevur verið so mikið stór, at ein kann kalla flotta javnleikin móti Slovakia fyri gjøgnumbrotið hjá nýggju samansetingini.
Mynd: Jóhann Thomsen/FSF
Útskiftingin frá Kekkia-sigrinum fyri einum ári síðani hevur verið so mikið stór, at ein kann kalla flotta javnleikin móti Slovakia fyri gjøgnumbrotið hjá nýggju samansetingini.
Størsta úrslitið hjá landsliðnum síðstu árini var 2-1 sigurin á Kekkia 12. oktober í fjør. Men nú koma størsta úrslitið í 2026, tá Føroyar fingu javnleik móti Slovakia. Ímun til Kekkia-dystin, so vóru seks leikarar ikki tøkir nú, sum spældu minst 35 minuttir tann dystin.
Tí fingu fleiri leikarar prógva, at teimum kann mann eisini rokna við, tá stóru uppgávurnar eru móti liðum, sum á pappírinum eru væl sterkari.
Javnleikurin var uppiborin, tí føroyska avrikið var gott. Tað sum gongur aftur frá í fjør er verjupartur, har málverji, miðverjar og vongbakkar ganga aftur frá í fjør. Hetta er eisini klárt sterkasti parturin á A-landsliðnum í løtuni, har avrkini eru støðug frá dyst til dyst. Í álopspartinum hevur verið meir óstøðugt, men har byrja leikarar at vísa seg fram. Áki Samuelsen var fyri aðru ferð við í máli og Adrian Justuinussen skoraði sítt fyrsta mál av týdningi. Í seinna hálvleiki var eina stóra løtu bara spæl á eitt mál, og tá spældi nýggja samansetingin á miðvøllinum við Géza Dávid Turi og Jóannes Bjartalíð rættiliga væl. Hendan langa løtan í seinna hálvleiki lyfti Tórsvøll, og tað vara bara spurningur um tíð, til føroyska málið kom.
Nú verður uppgávan hjá hesum nýggja landsliðshópinum at prógva, at tað eisini avrikar á høgum stigi á útivølli, tí dysturin í Moldova er tann vánaligasti higartil í kappingini. Útidysturin í Kasakstan verður avgerandi, tí ein sigur ger, at Føroyar helst koma á 2. plássið og tað ger ein javnleikur møguliga eisini, meðan eitt tap heilt vist ger, at Føroyar fara at liggja aftast áðrenn tey síðstu tvey umførini, har annar dysturin hjá Føroyum er í Slovakia.
Nú skulu føroyingar venja seg við óvanligar klokkutíðir, tí tveir at írestandi trimum dystum byrja gerandisdagar kl. 15.00. Tað kemst av, at Kasakstan er í bólkinum.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.