X ads

Tíðindi

Landsliðsfótbóltur

Kasakstan við átta broytingum móti Føroyum?

Stórar broytingar eru væntandi á kasakhiska liðnum, tá Føroyar spæla Nations League-dyst í Astana týskvøldið.

Kasakstan við átta broytingum móti Føroyum?

Mynd: Kff

Stórar broytingar eru væntandi á kasakhiska liðnum, tá Føroyar spæla Nations League-dyst í Astana týskvøldið.

Kasakhiski miðilin Prosports.kz skrivar, við upplýsingum frá tíðindamanninum Eldar Amanbayev, at landsliðsvenjarin John van ’t Schip ætlar at gera heili átta broytingar í byrjunaruppstillingini í mun til 2-1 tapið móti Moldova.

Ein av broytingunum verður væntandi í málinum. 22 ára gamli Temirlan Anarbekov úr Kairat væntast at fáa møguleikan frá byrjan.

Van ’t Schip hevur sjálvur boðað frá, at broytingar kunnu koma. Kasakstan er mitt í einari sera tættari dystarskrá eins og Føroyar. Kasakstan hevur skift nógv millum hinar dystirnar.

Kasakstan hevur bara fingið eitt stig úr teimum fyrstu trimum dystunum, meðan Føroyar hava trý stig og framvegis ikki hava tapt í Nations League.

Fyrri dysturin millum Føroyar og Kasakstan á Tórsvølli endaði 1-1.

 

Afturat

Nýggjastu tíðindir

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.