X ads

Tíðindi

Mansfótbóltur

Riga FC avgjørdi móti endanum

KÍ var í betri støðu enn áður í hesi uppgerðini, men so kom eitt mistak, sum Riga FC revsaði.

Riga FC avgjørdi móti endanum

Mynd: Kronberg Photography/ki.fo

KÍ var í betri støðu enn áður í hesi uppgerðini, men so kom eitt mistak, sum Riga FC revsaði.

Riga FC er helst besta liðið í Baltikum (Litava, Lettland og Estland) og var stórfavorittur at koma víðari undan hesi uppgerðini og serliga eftir 0-0 í Føroyum. Tað sást eisini fyrsta partin í kvøld, har tað var spæl uppá eitt mál. Men KÍ yvirlivdi og slapp til hálvleik við 0-0. 

Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ beinanvegin sjálvmál, men Páll A. Klettskarði javnaði um miðjan seinna hálvleik. Riga FC fekk nakað senni ein leikara útvístan, og tá sá uppgerðin meira jøvn út. Men í 89. minutti misti KÍ bóltin til Riga-leikara, sum skoraði.

KÍ er sostatt úti av altjóða fótbólti í ár.

 

Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við:

Klaksvíkar kommunu

Norðoya Litbúð

MP Teknik

JFK

Kanjon

Kjølbro heilsølu

Christian í Grótinum

KSS

Malltek

Afturat

Nýggjastu tíðindir