Tíðindi
MansfótbólturFøroyar enda sannlíkt nummar 42 eftir hetta kappingarárið
Føroyar liggja í løtuni nummar 41.
Mynd: uefa.com
Føroyar liggja í løtuni nummar 41.
55 limalond eru hjá UEFA, har Russland síðani 2022 hevur verið útihýst. Tí eru 54 virkin lond. Fyri at fáa fýra lið heldur enn trý má mann liggja nummar 50 ella hægri. Í 2020 (styrkislistin fyri fimm ár fram til og við kappingarárið 2019/20) hendi tað, at Føroyar endaðu niðri á 53. plássi og tískil komu bara trý føroysk lið í altjóða fótbólt í 2021.
Tað var sum, at hetta vakti føroysku feløgini, tí í koronaárinum 2020 fingu Føroyar sítt besta kappingarár nakrantíð saman við 2023, tá KÍ kom í bólkaspæl (2,75 stig). Tí hava Føroyar líka síðani 2022 havt fýra lið, og tey eru ikki í vanda enn.
1,625 stig í summar
Nú øll føroysku liðini eru úti av altjóða fótbólti ber til at gera upp. Føroyar fingu 1,625 stig fyri altjóða kappingarárið 2026/27. Tey sum heilt vist fáa færri stig eru San Marino, Wales, Montenegro, Luksemborg, Norðurírland, Malta og Moldova. Síðani eru Gibraltar, Kasakhstan, Slovenia og Svøríki, sum í løtuni hava fingið færri stig, men sum hava lið við í deildarspælinum, og tí kunnu fara framum og mest sannlíkt fara tey flestu av teimum tað, tí sigrar í deildini telja tvífalt so nógv sum í undanumførunum. Tí er sannlíkt, at Føroyar hetta summarið verður nummar 47 av teimum 54 virknu londunum.
Hjá Føroyum søguliga sæð er 1,625 stig eitt miðal ár. Tað er minni enn í 2025, 2023, 2022 og 2020, men annars hægri enn øll onnur ár. Men tað er í 2021, at Conference League byrjaði og síðani tá hava liðini fingið fleiri dystir og kanska partvís veikari mótstøðulið, tí tey bestu londini ikki byrja í fyrsta ella fyrstu umførunum. Tí er hetta eitt miðal ár síðani Conference League kom (nummar fýra av seks árum).
Enda mest sannlíkt nummar 42
Føroyar byrjaðu summarið á 40. plássi og hava nú í eina tíð ligið á 41. plássi. Av liðunum aftanfyri er sannlíkt, at Albania á 42. plássi fer framum, tí til tað skal albanska liðið í deildarspælinum bara vinna tveir dystir. Síðani er møguleiki at liðini frá Andorra og Litava í Conference League-deildino eisini gera, at tey londini fara framum, men tað er kanska ikki so sannlíkt, tí til tað krevjast sera góð úrslit í deildarspælinum. Tí er sannlíkt, at Føroyar enda nr. 42 fyri styrkislistan 2027, sum verður brúktur fyri úrslitini frá kappingarárinum 2022/2023 til kappingarárið 2026/27.
Steypavinnarin byrjar í 2. umfari
Tað er tí sera sannlíkt, um Russland framvegis verður útihýst, at steypavinnarin í ár byrjar í 2. umfari á sumri 2027. Síðani nýggja kappingarleistin í 2024, so hevur altíð verið nokk at verið nr. 44 ella hægri fyri at fáa eitt pláss í 2. umfari til steypavinnaran. Eina árið var tað heilt niðri á 47. plássi. Alt tað veldst um, hvørji lið vinna Champions League, Evropa League og Conference League og um hesi lið eisini spæla seg til kappingarnar gjøgnum heimligu kappingarnar.
Standa til stórt fall um tvey ár
Støðan er sostatt hampulig nú, men hyggja vit frameftir, so sær verri út. Plássið til fjórða liðið er ikki í vanda enn, men Føroyar standa til eitt stórt fall um tvey ár, tá 2022 og 2023 fella burtur í samlaða roknskapinum fyri fimm ár. 2022 og 2023 vóru tvey góð ár hjá Føroyum. Tí kann eitt fall eisini koma um eitt ár, serliga um londini aftanfyri fara at gera tað gott í deildarspælinum í ár.
Framrokningar siga, at fáa Føroyar t.d. líknandi úrslit komandi tvey sumrini sum í ár (1,625), so koma Føroyar at liggja áleið nummar 47 um tvey ár. Tað kemur at gera, at steypavinnarin mest sannlíkt ikki byrjar í 2. umfari og at solidaritetspengarnir til øll feløgini, eisini tey sum ikki luttaka í altjóða fótbólti, koma at verða munandi minni, enn um Føroyar liggja, har Føroyrar hava ligið síðstu fýra árini.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við:
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Hesir døma 21. umfar
21. umfar byrjar í kvøld.
Riga FC avgjørdi móti endanum
KÍ var í betri støðu enn áður í hesi uppgerðini, men so kom eitt mistak, sum Riga FC revsaði.
Her kann Riga FC-KÍ stroymast í kvøld
Í kvøld verður avgerandi dystur í Riga.
Hesir fýra hava leikbann í 21. umfari
Flestu av teimum eru lyklaleikarar á sínum liðum.
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.