Tíðindi
LandsliðsfótbólturJørgen avloysir Páll
Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, sent boð eftir Jørgeni Nielsen úr Víkingi
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, sent boð eftir Jørgeni Nielsen úr Víkingi
Seinnapartin mánadagin fór føroyska manslandsliðið undir fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.
Men tað verður tó uttan Páll Andrasson Klettskarð. KÍ-áleyparin hevur ein minni skaða at dragast við og hevur tí verið noyddur at geva avboð til landsliðsuppgávurnar, ið hesaferð standa fyri framman.
Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein úttikið Jørgen Nielsen úr Víkingi.
Føroyar skulu spæla fýra UEFA Nations League-dystir í tíðarskeiðnum frá 26. septembur til 6. oktobur. Fyrsti dystur er á Tórsvølli móti Kasakstan leygardagin 26. septembur, áðrenn føroyska liðið fer til Moldova, har spælt verður 29. septembur.
Síðani kemur Slovakia á vitjan á Tórsvølli 2. oktobur, og seinasti dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Kasakstan 6. oktobur.
Atgongumerki til heimadystirnar fáast til keyps í nethandlinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Ikki allir deildarvinnarar eru føroyameistarar
Tá fótbóltskappingarnar nærkast endanum, verða ofta fleiri lið rópt føroyameistarar. Men sambært kappingarreglunum hjá Fótbóltssambandi Føro...
Eingin niðurflyting hjá Føroyum vegna broyttan kappingarleist
Føroyar kunnu ikki flyta niður úr Nations League Deild C hesa ferð.
Virgar Hvidbro og Fróði Danielsen við altjóða uppgávum
Tað eru ikki bara føroysku landsliðini, sum hava altjóða uppgávur fyri framman. Virgar Hvidbro og Fróði Danielsen eru eisini sendir út í Evr...
Fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum verður móti Føroyum
Tá Føroyar og Kasakhstan hittast á Tórsvølli leygardagin, verður talan um fyrsta dystin hjá nýggja landsliðsvenjaranum hjá Kasakhstan.
Dysturin móti Kasakhstan kann blíva avgerandi
Í Nations League-bólkinum stendur nógv uppá spæl.
Kunngjørt: Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá HB
Nú er tað alment.