X ads

Tíðindi

Landsliðsfótbóltur

Eingin niðurflyting hjá Føroyum vegna broyttan kappingarleist

Føroyar kunnu ikki flyta niður úr Nations League Deild C hesa ferð.

Eingin niðurflyting hjá Føroyum vegna broyttan kappingarleist

Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Føroyar kunnu ikki flyta niður úr Nations League Deild C hesa ferð. UEFA hevur broytt kappingarleistin, og tað merkir, at føroyska landsliðið verður verandi í Deild C, sjálvt um tað endar aftast í bólkinum.

Tá Føroyar fara undir nýggju Nations League-kappingina, verður tað við einum øðrvísi útgangsstøði enn áður. UEFA hevur nevniliga broytt reglurnar fyri upp- og niðurflyting í sambandi við, at Nations League frá 2028/29 fer frá fýra deildum niður í tríggjar.

Broytingin merkir, at eingin niðurflyting verður úr Deild C í ár. Bæði liðini, sum enda á triðja og fjórða plássi í teimum fýra bólkunum, verða verandi í deildini til næstu Nations League-kapping.

Fyri Føroyar, sum eru í bólki saman við Slovakia, Kasakhstan og Moldova, merkir hetta, at eitt møguligt aftasta pláss ikki hevur niðurflyting við sær.


 

Frá fýra deildum til tríggjar

Orsøkin er nýggi kappingarleisturin, sum UEFA hevur samtykt. Frá 2028/29 verða Deild A, B og C, og ætlanin er, at hvør deild skal hava 18 landslið. Deild D verður sostatt avtikin, og øll liðini haðani flyta upp í Deild C.

Tað hevur eisini ávirkan á uppflytingina úr Deild C í verandi kapping.

Bólkavinnararnir flyta beinleiðis upp í Deild B, meðan liðini á øðrum plássi skulu spæla tveir upp- og niðurflytingardystir móti teimum fýra liðunum, sum enda aftast í Deild B. Vinnararnir spæla í Deild B í næstu Nations League-kapping.


 

Føroyar hava minni at missa

Nýggja skipanin merkir, at Føroyar kunnu fara eftir uppflyting uttan at óttast niðurflyting.

Nations League-støðan verður eisini brúkt til styrkismetingina undan lutakastinum til EM 2028, men um vit hava skilt tað rætt, so geva bæði eitt 3. og 4. pláss eitt pláss í næstniðasta styrkislagi.

Størsta møguleikan geva kortini tey bæði ovastu plássini. Annað pláss gevur møguleika at spæla seg upp í Deild B, meðan ein bólkasigur tryggjar beinleiðis uppflyting.

Afturat

Nýggjastu tíðindir

Jørgen avloysir Páll

Jørgen avloysir Páll

Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur land...