Tíðindi
LandsliðsfótbólturDysturin móti Kasakhstan kann blíva avgerandi
Í Nations League-bólkinum stendur nógv uppá spæl.
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
Í Nations League-bólkinum stendur nógv uppá spæl.
Hetta er síðsta Nations League við fýra deildum. Næstu ferð verða tað tríggjar deildir. Nations League kann eisini geva røkkstøkkdystir um at koma til EM-endaspælið og so avgerð Nations League, hvar mann verður styrkismettur undan lutastainum til EM-undankappingina.
Greiningafyritøkur hava Slovakia sum stórfavoritt til at vinna bólkin hjá Føroyum, meðan Kaskhastan og Føroyar koma at stríðast um annað plássið. Har kann innanhýsis dysturin á heimavølli blíva avgerandi.
Hyggja vit fram móti einari møguligari uppstilling til dystin leygardagin, so eru nøkur pláss, sum geva seg sjálv, serliga á plássum, har leikarar ikki eru tøkir, sum annars vildu verið uppá tað. Ein nýggjur maður skal finnast fyri Árna Frederiksberg á vonginum, meðan ein nýggjur maður skal finnast sum makkari til Géza Dávid Turi, nú nógvir leikarar á sentrala miðvøllinum ikki eru tøkir. Áki Samuelsen spælir fast í bestu deildini í Svøríki og er valdur til A-landsliðið hesaferð. Tað ger hann til eitt gott boð til annan kantin. Jóannes Bjartalíð spælir í Kasakhstan og tað ger hann til eitt gott boð til antin kant ella sentralt á miðvøllinum, har ein Mattias Hellisdal kanska er ov nýggjur í hópinum enn, tí hann hevur ikki verið úttikin áður. Onkur onnur ivamál eru, men uttan nakra eygleiðing av venjing, samrøðum o.a., so kundi ein uppstilling farið at líkst onkrum sum hesum:
Mattias Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen – Petur Knudsen
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Ikki allir deildarvinnarar eru føroyameistarar
Tá fótbóltskappingarnar nærkast endanum, verða ofta fleiri lið rópt føroyameistarar. Men sambært kappingarreglunum hjá Fótbóltssambandi Føro...
Eingin niðurflyting hjá Føroyum vegna broyttan kappingarleist
Føroyar kunnu ikki flyta niður úr Nations League Deild C hesa ferð.
Virgar Hvidbro og Fróði Danielsen við altjóða uppgávum
Tað eru ikki bara føroysku landsliðini, sum hava altjóða uppgávur fyri framman. Virgar Hvidbro og Fróði Danielsen eru eisini sendir út í Evr...
Fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum verður móti Føroyum
Tá Føroyar og Kasakhstan hittast á Tórsvølli leygardagin, verður talan um fyrsta dystin hjá nýggja landsliðsvenjaranum hjá Kasakhstan.
Jørgen avloysir Páll
Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur land...
Kunngjørt: Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá HB
Nú er tað alment.