Tíðindi
UngdómsfótbólturIkki allir deildarvinnarar eru føroyameistarar
Tá fótbóltskappingarnar nærkast endanum, verða ofta fleiri lið rópt føroyameistarar. Men sambært kappingarreglunum hjá Fótbóltssambandi Føroya er føroyameistaraheitið ikki knýtt at øllum deildum og bólkum. Í fleiri førum er rætta heitið einfalt vinnari av deildini.
Tá fótbóltskappingarnar nærkast endanum, verða ofta fleiri lið rópt føroyameistarar. Men sambært kappingarreglunum hjá Fótbóltssambandi Føroya er føroyameistaraheitið ikki knýtt at øllum deildum og bólkum. Í fleiri førum er rætta heitið einfalt vinnari av deildini.
Hetta er tíðin, tá kappingar enda. Rákið er eisini, at bland er komið í heitini føroyameistari og vinnari.
Tá ein sær feløg skriva og tosa um føroyameistarar í t.d. 1.deild, 2. deild og 3. deild, so er tað ikki rætt.
Tað er ein greiður munur á at vinna eina føroyska landskapping og at fáa sjálvt heitið Føroyameistari.
Hetta sæst beinleiðis í grein 6 í kappingarreglugerðini hjá FSF. Har verður ásett, hvørji heiti vinnararnir í vaksnamannadeildunum fáa.
Í mansfótbólti fær vinnarin av Meistaradeildini heitið Føroyameistari. Men vinnarin av 1. deild verður nevndur Vinnari í 1. deild, vinnarin av 2. deild Vinnari í 2. deild, og sama er galdandi fyri 3. deild.
Tað merkir eitt nú, at eitt lið, sum endar ovast í 1. deild, sambært reglunum hjá FSF ikki verður føroyameistari í 1. deild. Liðið er vinnari av 1. deild.
Sama meginregla sæst hjá kvinnunum. Vinnarin av Meistaradeildini fær heitið Føroyameistari, meðan vinnarin av 1. deild fær heitið Vinnari í 1. deild.
Hetta er heldur ikki nakað nýtt og hevur fyrr heldur sjáldan verið skeivt brúkt, men nú snýkja skeiv heiti seg meir og meir inn.
Ásett serstakt í yngru deildunum
FSF hevur eina serliga reglugerð fyri yngru deildirnar, og eisini har verður nágreiniliga ásett, hvørjir vinnarar fáa føroyameistaraheitið.
Í galdandi reglunum fyri 2026 stendur í §4, at føroyameistaraheitið verður latið vinnaranum hjá Old Boys, Old Girls, U21 monnum, U18 dreingjum, U15 dreingjum, U16 gentum og U13 gentum. Einki stendur um U13-dreingir, men tað er helst eitt mistak, tí har verður endaspæl í A-bólki, meðan steypakapping eisini er í hesi deild.
Hetta vísir samstundis, at tað ikki er soleiðis, at hvør einstakur bólkur ella deild undir einum aldursbólki av sær sjálvum hevur sítt egna føroyameistaraheiti.
Tað hevur altíð verið so, at fyri yngru deildir er tað bara í A-bólkinum, at føroyameistarar eru. Fyri vinnarar av B-bólkum, C-bólkum o.s.v. er talan um ’’vinnarar.
Kappingarreglur:
Grein 6
Vinnarar av føroysku landskappingini fáa hesi heitið:
Mansdeildin:
Meistaradeildin – Føroyameistari
1. deild – Vinnari í 1. deild
2. deild – Vinnari í 2. deild
3. deild – Vinnari í 3. deild
Kvinnudeildin:
Meistaradeildin – Føroyameistari
1. deild – Vinnari í 1. deild
Kappingarreglur yngri deildir
§ 4. Vinnarin í teimum ymisku deildunum fær hetta heitið:
Old Boys – Føroyameistari
Old Girls – Føroyameistari
U21 menn – Føroyameistari
U18 dreingir – Føroyameistari
U15 dreingir – Føroyameistari
U16 gentur – Føroyameistari
U13 gentur – Føroyameistari
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Eingin niðurflyting hjá Føroyum vegna broyttan kappingarleist
Føroyar kunnu ikki flyta niður úr Nations League Deild C hesa ferð.
Virgar Hvidbro og Fróði Danielsen við altjóða uppgávum
Tað eru ikki bara føroysku landsliðini, sum hava altjóða uppgávur fyri framman. Virgar Hvidbro og Fróði Danielsen eru eisini sendir út í Evr...
Fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum verður móti Føroyum
Tá Føroyar og Kasakhstan hittast á Tórsvølli leygardagin, verður talan um fyrsta dystin hjá nýggja landsliðsvenjaranum hjá Kasakhstan.
Dysturin móti Kasakhstan kann blíva avgerandi
Í Nations League-bólkinum stendur nógv uppá spæl.
Jørgen avloysir Páll
Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur land...
Kunngjørt: Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá HB
Nú er tað alment.